- Голоса:
- Смотри также:
Tyr - Текст песни Regin Smiður
Viljið tær nú lýða á
Meðan eg man kvøða
Um teir ríku kongarnar
Sum eg vil nú um røða
Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði
Hundings synir í randargný
Teir skaðan gørdu har
Eitur var í svørinum
Teir bóru móti mær
Fávnir eitur ormurin
á Glitrarheiði liggur
Regin er ein góður smiður
Fáum er hann dyggur
Hann var sær á leikvøllum
Imillum manna herjar
Rívur upp eikikelvi stór
Hann lemjir summar til heljar
Tyr - Regin Smiður - http://ru.motolyrics.com/tyr/regin-smia-ur-lyrics.html
Eystantil undri heyginum
Ið dreingir eyka tal
Dimmur er hesin dapri dagur
Niður í mold at fara
Har komm maður á vøllin fram
Eingin ið hann kendi
Síðan hatt á høvdi bar
Og finskan boga í hendi
Har komm maður á vøllin fram
Hann vá við eggjateini
Eyga hevði hann eitt í heysi
Knept var brók at beini
Ormurin er skriðin av gullinum
Tað man frættast víða
Sjúrður setist á Granar bak
Hann býr seg til at ríða
Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði