- Голоса:
Orka - Текст песни Fjøllini standa úti
Fjøllini standa úti
Huld í támi og surrandi flugum
Sveipa í vindi
Og lítla ljóðinum frá svongum rótum
Áirnar stoyta seg út í einki Fjøllini syngja
Stórir operasangarar klæddir í grasi
Syngja fjøllini
Leggi stetoskopið móti bringuni
Eitt hjarta av gróti og vatni Dukar móti oyrunum
Eg spyrji hjarta: "hvussu kevur tú tað"
Fjøllini standa einsamøll úti
Ongin bjóðar teimum innOrka - Fjøllini standa úti - http://ru.motolyrics.com/orka/fjollini-standa-uti-lyrics.html
Míni fjøll standa kølduti í myrkrinum
Tey frysta míni fjøll
Stórar rúgvur av sjúkum gróti Fjøllini líða av svøvnloysi
Leggi stetoskopið móti einum blómstri
Gjøgnum tveir plastik leidningar angar klænt lív
Fjøllini
Hava fepur Míni fjøll syngja í ørviti
Anga av rósum og villum jarðberjum
Fjøllini sleppa ikki inn um hvøldarnar
At tú køld og tekur ímóti teimum
Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju