Dansifelagið í Havn

Текст песни Ormurin Langi

Ormurin Langi видео клип

Голоса:
0
Неверный текст?

Dansifelagið í Havn - Текст песни Ormurin Langi

1. Vilja tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trúgvason,
higar skal ríman snúgva. Niðurlag: Glymur dansur í høll,
dans sláið ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting. 2. Kongurin letur snekkju smíða
har á sløttum sandi;
Ormurin Langi størstur var,
bygdur á Noregs landi. 3. Knørrur var bygdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
átjan alin og fjøruti
var kjølurin millum stevni 4. Forgyltir vóru báðir stavnar,
borðini vóru blá,
gyltan skjøldur toppi hevði,
sum søgur ganga frá. 5. Kongurin situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
"Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsa so leingi." 6. "Berið nú fram tey herklæðir
við brynjum og blonkum brandi,
síðani leggja frá landi út,
og siglið frá Noregis landi!" 7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:
Harri, vit skulu fylgja tær,
um enn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei bratta bylgju. 8. Har kom maður av bergi oman
við sterkum boga í hendi:
"Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi." 9. Kongurin so til orða tekur
bæði við gleði og gamni:
"Sig mær satt, tú ungi maður,
hvat er tú nevndur á navni?" 10. "Einar skalt tú nevna meg,
ið væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna." 11. "Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara." 12. Gingu teir til strandar oman,
Ríkir menn og restir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr nesti. 13. Vinda teir upp síni silkisegl,
út í havið ganga;
so varð sagt, at kongurin
hann stýrdi Orminum Langa. 14. Hetta frættist víða um lond,
at Noregis menn teir sigldu;
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
ráðini saman hildu. 15. Danimarks kongur og Svøríkis kongur
ganga saman í ráð,
hvussu teir skuldu Noregis kong
skjótt av døgum fá. 16. Senda boð til Eirik Jall
vænur er borin til evna,
hann skal fylgja í ferðini við,
sín faðirs deyða at hevna. 17. Eirikur gongur for kongar inn
við brynju og reyðum skjoldi:
"Ólavur kongur av Noregi
mín faðirs deyða voldi." 18. Eirikur stendur á hallargólvi,
blankt bar spjót í hendi:
"Ólavur kongur síggja skal,
eg hvast mót hvøssum vendi." 19. Gingu teir til strandar oman
- fagurt var tað lið -
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
og Eirik' jall tann triði. 20. Trýggjir gingu skipaflotar
út av Oyrasundi,
Jarnbardur í odda sigldi,
jallurin stýra kundi. 21. Danimark kongur til orða tekur,
letur so orðini greiða:
"Hann, ið Ormin Langa tekur,
skal hann við ognum eiga!" 22. Eirikur hugsar við sjálvum sær:
"Tó at tú manst tað royna,
tú tekur ikki Ormin Langa
við danskari makt aleina!" 23. Mælti tað Svøríkis kongurin,
hann helt á brýndum knívi:
"Eg skal Ormin langa taka,
um tð skal kosta lívið!" 24. Erikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyð:
"Tú tekur ikki Ormin Langa,
fyrr siggi eg tín deyð." 25. Eirikur talar til sínar menn:
"Kempum munnu vit møta;
standið væl og manniliga,
tí blóðug verður gøta!" 26. Noregis menn á kongsins knørri
kunna væl beita knív;
ganga væl fram í hørðum stríði,
ella lata lív! 27. Eirikur talar til Finn hin lítla:
"Tú skalt hjá mær standa;
tú skalt verja sjálvan meg,
um enn eg komi í vanda." 28. Løgdu teir á sundið út,
bíðaðu har so leingi,
longdust eftir norskum knørrum,
at berjast mót Noregis Kongi. 29. Løgdu teir skip við oynna inn,
ætlaðu sær at vinna,
hildu vakt bæði nátt og dag,
norðmenn vildu teir finna. 30. Nú skal eg lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
og betri leggja í minni ! 31. Ólavur siglir í Eysturhavi,
ætlar heim at fara;
tá ið hann kom í Oyrasund,
hann sær ein skipaskara. 32. Høvdingar tríggir á landi standa,
hyggja út so víða,
sunnan síggja teir knørrin prúða
eftir havi skríða. 33. Dannimark kongur til orða tekur:
Alt mær væl skal ganga:
Krist signi míni eygu tvá,
nú síggi eg Ormin Langa ! 34. Erikur stóð har skamt ífrá,
talar til sínar menn:
Kongurin av Dannimark
hann sær ikki Ormin enn. 35. Har kom fram ein størri knørrur,
dreingir undraðust á,
Svøríkis kongur til jallin talar:
Nú man eg Ormin sjá. 36. Tit leggið nú skip frá landi út,
árar í hendur taka,
laitð ei Ólav sleppa so,
fáan hann heldur sín maka ! 37. Eirikur hyggur í havið út,
talar til sínar menn:
Tað svørji eg við sannan Gud,
teir síggja ei Ormin enn. 38. Dannimark kongur og Svørríkis kongur
halda á skefti reyða:
Eirikur jallur ræddur er
at hevna sín faðirs deyða ! 39. Vreiður var tá jallurin,
hann mælir av illum sinni:
Annað skal eg enn orðabrask
Noregis menn at vinna ! 40. Eirikur stendur á grønum vølli,
tekur nú til ganga;
Verið nú snarir á skipabunka,
nú síggi eg Ormin Landa ! 41. Allir sóðu Ormin koma,
allir undraðust á,
av silki seglini
úr stevni og gull í rá. 42. Løgdu teir seg vegin fram
bæði við svør og spjóti,
norðmenn sóðu á Orminum,
teir ivast at halda ímóti. 43. Ólavur talar til sínar menn:
Dýrt skulu teir meg keypa,Dansifelagið í Havn - Ormurin Langi - http://ru.motolyrics.com/dansifelagid-i-havn/ormurin-langi-lyrics.html
ongantíð tá ræddist eg stríð,
í dag skal eg ikki leypa ! 44. Tit leggið nú skip í stríðið fram,
segl á bunka strúka,
latiðteir síggja, at Noregs menn
teir kunna væl svørðini brúka ! 45. Úlvur reyði í stavni stendur,
gott var í honum evni:
Leggið ei Ormin longur fram,
sum hann hevur longri stevni. 46. Kongurin stendur á lyfting aftur,
í skarlak var hann klæddur:
Nú síggi eg, mín stavnamaður
er bæði reyður og ræddur. 47. Kongur,tú sært meg aldrin so ræddan,
eg tordi væl á at herja,
goym tú lyfting so væl í dag,
sum eg skal stavnin verja ! 48. Vreiður varð tá kongurin,
og Úlvur til orða tekur:
Blíðka teg aftur, harri mín,
tí vreiði upp angur vekur ! 49. Ólavur stendur á bunkanum,
og Úlvur til orða tekur:
Hvør eigur hesi nógvu skip?
Eg kenni tey ikki enn. 50. Svaraði Torkil, kongsins bróðir,
mælir av tungum inna:
Dannimarks kongur og Svørríkis kongur
vilja tín deyða vinna. 51. Ræddir eru danskir menn
mót norðmonnum at ganga,
betri var teimum heima at sitið
tann fuglaflokk at fanga. 52. Betur kunna svenskir menn
teir offurbollar strúka
enn nærkast okkumso,
at blóðugt svørð skal rúka ! 53. Ólavur gekk lfyting upp,
ræður hann upp at hyggja:
Hvør eigur hasi stóru skip,
við Ormins bagborð liggja? 54. Svaraði Herningur, kongsins svágur,
letur so orðini falla:
Tey eigur Eirikur Hákunsson,
hann ber ein yvir allar. 55. Til tað svaraði Ólavur kongur,
frá man frættast víðari:
Skarpur verður hildarleikur,
tá norðmenn mót norskum stríða. 56. Svørríkis kongur mót Ólav legði
eina morguntíð,
tað var sum bál at líta,
skeiðir dundu í. 57. Høgdu og stungu Noregis menn
bæði við svørði og spjóti,
títt so fullu teir svensku menn,
sum grasið fýkur av gróti. 58. Svørríkis kongur rópar hátt
biður teir undan flýggja:
Eg havi mist mítt mesta fólk,
tað voldir mær sorg at síggja. 59. Dannimark kongur troðkaði fram,
ætlaði sær at vinna,
norðmenn tóku mót honum fast,
teir donsku menn at tynna. 60. Roykur stóð til skýggja upp,
reytt var sund at síggja,
so var sagt, at danskir menn
teir máttu undan flýggja. 61. Eirikur leggur mót Ormi fram
við bjørtum brandi í hendi:
Ikki skal Ólavur rósa av,
at eg snart frá honum vendi ! 62. Løgdu teir knørr við knarrarborð,
hvørgin vildi flýggja;
høvur og kroppar í havið tumla,
øgiligt var at síggja. 63. Einar stendur í kapparúmi
við Tambarboga teir kalla,
hvørja ferð pílur at boga dreiv,
tá mundi ein maður falla. 64. Einar stendur í kapparúmi,
óttast ongan vanda,
hann sá reystan Eirik jall
aftur við róður standa. 65. Einar spenti Tamabrboga,
pílurin steingin strongdi,
pílurin fleyg yvir jalsins høvur,
róðurknappin sprongdi 66. Einar spenti á øðrum sinni,
ætlaði jall at fella,
pílurin fleyg arms og síðu,
einki var jalli at bella. 67. Eirikur talar til Finn hin lítla
Eg vil spyrja teg nakað,
hvør er hann, við skørpum skotum
ætlar meg at raka ? 68. Til tað svaraði Finn hin lítli
- blóðugar vóru heldur - :
Tað er hasin stóri maður,
í kapparrúmi stendur. 69. Jallurin mælir á ørum sinni:
Tað vil eg tær ráða,
skjót tú handan stóra mannm
nú stendur mítt lív í váða. 70. Manninum kann eg einki gera,
tí hann er ikki feigur,
bogastreingin stilli eg á,
tí maðurin eydnu eigur. 71. Einar spenti á triða sinni,
ætlaði jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tókst at braka. 72. Allir hoyrdi streingin springa,
kongurin seg forundrar:
Hvat er tað á mínum skipi,
sum ógvuliga dundrar ? 73. Svaraði Einar Tambarskelvi
- kastar boga sín - :
Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín ! 74. Í Harrans hondmítt ríki stendur
og ikki í Tambarboga;
tak tær ein av mínum bogum,
vita, hvat teir duga ! 75. Veikir eru kongsins bogar !
Einar ræður at svara,
eg skal taka upp skjøld og svørð,
og høgg skal eg ikki spara ! 76. Enn stóð fólk á báðum stavnum,
men meg rætt um minnast,
syrgiligt var á miðum skipi,
tí har tók fólk at tynnast. 77. Eirikur sprakk á Ormin upp,
væl bar brand úr hendi,
Herningur leyp úr lyfring niður,
aftur ímót honum vendi. 78. Bradust teir á miðjum skipi
vil eg frá tí greiða,
øvigur mátti jallurin leypa
aftur á Jarnbrad breiða. 79. Jallurin valdi sær reystar garpar,
fáir finnast slíkir,
snarliga aftur á Ormin sprakk,
tá mátti Herningur víkja, 80. Úlvur reyði úr stavni loypur,
nú er stavnur reyður,
so fleyt blóð á Orminum,
at knørrur síndist reyður. 81. Hart stóð stríð á miðjum skipi,
svørð mót skjøldrum gella,
Úlvur og Einar, frægar kempur,
Eiriks garpar fella. 82. Eirikur var á øðrum sinni
aftur á bunkan rikin,
tá sá hann, at stavnurin
á Orminum var tikin. 83. Jallurin mannar seg triðju ferð:
Nú skal ikki dvína !
Tá fall Úlvur og Herningur
við øllum dreingjum sínum. 84. Kongurin rópar í liftingi:
Nú er tap í hendi;
leypið í havið, mínir menn,
her verður ei góður endi ! 85. Kongurin leyp í havi út,
garpar eftir fylgdu,
kongsins bróðir síðstur var,
teir gjørdu, sum kongur vildi. 86. Eirikur fekk tá Ormin Langa,
einkin annar kundi,
tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi honum frá sundi.

Оставить комментарий

Что вы думаете о песне "Ormurin Langi"? Напишите ваш комментарий.

Рекомендуемые песни